10 nóvember 2006

VIT TILNEVNA TEG "TERRORIST"

Tú ert kristin, vit siga: tú hatar samkynd, tí tilnevna vit teg Terrorist.

Líka leggja vit í um tú ert sekur ella ósekur: Vit tilnevna teg Terrorist.

“Eg óttist hatur teirra. Eg óttist tað, tí tað fer at floyma yvir!”

Soleiðis segði hin dripni, russiski journalisturin, Anna Politkovskaja og seinastu dagarnar havi eg gjørt hennara orð til míni.

Eg óttist eisini eitt hatur. Eg óttist tað hatrið, sum floymir yvir lítla land okkara, eitt hatur, sum er reist móti øllum kristnum í landinum og øllum, sum ikki halda tað sama sum ein sjálvstilnevndur bólkur av meinings- og trúardiktatorum halda; eitt hatur, sum fjalir seg aftanfyri at vilja teimum samkyndu væl. Tí havi eg fyrst tríggjar spurningar:

1. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum við eitt brátt ótálmandi hatur móti eini gamlari konu á Skála, sum sunnukvøld situr í missiónshúsinum og lýður á orðini av prædikustólinum?

2. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum við hatur móti einum ungum dreingi, sum er á veg inn í Ebenezer, eitt vanligt vikukvøld, tí tað er har hann fær føði fyri sálina?

3. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum at gera við at verja – ella káva útyvir – hálvar og heilar ákærur um terrorhungrandi kristin, kristin við nazistiskum tendensum og nú, illgitan um, at Jenis av Rana helst hevur framt blóðskemd út frá loysnarorðinum: tjóvur heldur øll stjala.

Eg eri sera samdur við Torbyrni Jacobsen um, at málið minnir óhugnaliga nógv um atkvøðufiskarí, men eg haldi Torbjørn átti at hugt nærri at uppskotsstillarunum, heldur enn bara at skjóta Jenisi í skógvarnar at reka hetta slagið av fiskiskapi. Í ÚF fekk Finnur Helmsdal at vita, at §266b ongan praktiskan týdning hevði havt fyri samkynd í DK. Orðini átti løgfrøðingur hjá Landsforeningen for Bøsser og Lesbiske.

Men Finnur Helmsdal helt, at tað løgfrøðingurin segði, ikki var rætt. Heldur vildi hann hava greinina broytta, tí so varð tað bannað at siga ávís orð, sum standa í Bíbliuni. Altso: Finnur Helmsdal ætlar sær at brúka eitt ískoyti í §266b, sum ongan praktiskan týdning fekk fyri tey samkyndu, at skerja trúarfrælsi hjá teim kristnu í Føroyum.

Fjalda dagsskráin við §266b

Jú, eg óttist tað hatri, sum fær ávísar persónar at gera hvat sum helst til tess at skerja trúarfrælsið í Føroyum, eisini at misbrúka tey samkyndu við eini grein, sum ongantíð fer at verða teimum nakar sum helst bati. Og hví so tað?

Jú, segði løgfrøðingurin, løgreglan og dómsvaldið aftrar seg við at nýta §266b og tískil hevur einki rættarmál verið, har greinin hevur verið nýtt, hetta síðani hon fyri einum hálvum mansaldri síðani sá dagsins ljós í Danmørk. Men Finnur Helmsdal visti betri enn løgfrøðingurin hjá LBL.

Eg óttist tað hatrið, sum Maud Wang Hansen, Karin Egholm og 200 eggja til!

Eg óttist tað hatrið, sum nýtir sama retorikk, sum eyðkendi Evropu millum 1860 og 1945 og sum endaði við einum óhugnaligum hópdrápi, har jødar, brekað, vinstrahall, samkynd, Jehova vitni og onnur, sum vóru ein hóttan móti teirri Reinu Germansku Rasuni.

Hin demokratiskt valdi Hitler

Eg óttist tað hatrið, sum fleiri enn 90% av týska fólkinum, stórir partar av ungarska fólkinum, av danska fólkinum og eisini fleiri føroyingar tóku undir við. Tað vóru hesi 90 týsku prosentini sum gjørdu, at Hitler varð valdur sum týskur Ríkiskanslari. Ja, Hitler varð demokratiskt valdur og tað var demokratiið sum helt honum við valdið frá fyrst í 30unum til mitt í 40unum. Týska fólkið stuðlaði Hitler allan vegin. Alt annað er umberingar.

Í dag eitur jødin ikki ein jødi, men ein kristin.

Eg óttist tað hatrið, sum tey samkyndu sjálvi stuðla hóast tey áttu at vita betri, lærd av ræðuleikunum frá týsku kz-legunum. Men kanska eru tey smittað av tí hatri, tey samkyndu í Los Angeles hava móti øllum kristnum, móti hinkyndum og vanliga fólkinum. Eg øtaðist við tá eg sá, hvussu fanatisk tey eru og hvussu altrá mong teirra eru eftir at syrgja fyri, at børn teirra eisini gerast samkynd.

Samkynd stuðla týning av Ísrael

Hvar er so demokratiið, tey samkyndu rópa uppá? Og hvar var demokratiið teir dagarnar, tá alt Keypmannahavn var útmeiggjað við plakatum við tekstinum: Bøsser og Lesbiske for udryddelsen af Israel?

Jú, eg óttist hetta hatrið, sum modernisman hevur framelska.

Ikki tí, modernisman sum so er ikki ónd, men uttan hana høvdu vit ikki havt kz-legurnar, uttan hana høvdu Stalin og Mao ikki megnað at kúgað hundraðtals milliónir av kinverjum og russarum. Uttan modernismuna hevði einki apartheid verið møguligt, tí við modernismunar tøkniligu frambrotum, fekk óndskapurin tey skræddaraseymaðu amboðini at halda eygað við einum heilum fólki, at røkka einum heilum fólki og at heilavaska eitt heilt fólk. (grundgevingin kemur seinni)

Páhalds diktatorarnir

Modernisman hevur eisini gjørt dagsins menniskju til eitt slag av “páhalds-diktatorum”. Ístaðin fyri at gera sær ómak, at eftirkanna, at lesa søguna, kanna søguna, heimspekina og stóru rithøvundarnar, so fer dagsins menniskja inn á Google, skrivar leitiorðið “fundamentalisme” ella “homosexuelle”, skimmar funnu skjølini ígjøgnum og markerar tað, ið stuðlar hennara hugsan – ella vantandi slíka – skiftir til Word og vupti: modernaða menniskjan er vorðin serfrøðingur uppá 5 minuttir.

Eg sat fyri stuttum, í fleiri tímar og hugdi at eini videouppseting, sum Museum of Tolerance hevði gjørt um “Terror and the Internet” og hóast tað ikki er lætt at skelka meg, so varð eg skelkaður inn á sálina. Beint áðrenn hevði eg hugt at dokumentarinum “Ever Again”, sum MOT eisini hevur havt ein fingur við í, við Kevin Costner sum speakara, hesum ræðandi dokumentari um vaksandi jødahatrið í Evropu, har Norra liggur klárt á odda sum hin mest jødahatandi tjóðin í Vesturheiminum – ein sera ivasamur heiður.

Ongantíð síðani Erhard Jacobsen, táverandi borgarstjóri í Gladsaxe hava vit havt nakran lógligan illgruna um, at fjølmiðlarnir verða brúktir sum propagandu-amboð og so fullkomiliga leggja seg eftir at lýsa tað einu síðuna av einum máli.

Fjølmiðlarnir sum propagandaskøkjur

Í dag er hesin illgruni lógligur í Føroyum, men havi eg valt at lata tað fara framvið. Men, alt hevur eitt mark, eisini misbrúkið av Kringvarpi Føroya, so tá eisini Mentunartíðindini hjá sjónvarpinum vórðu neyðtikin av Eir í Ólavstovu til at boða tann ódómliga hatursboðskapin móti teimum kristnu, aftur fjalt aftanfyri páhaldi um, at tey vildu hjálpa teim samkyndu, tá helt eg, at markið var nátt – væl og virðiliga.

Tað sum hinvegin undrar meg – tí hatta við Kringvarpinum undrar meg ikki – er, at Dimma so einsíðað fór inn í “stríðið um §266b”, har aftur tey kristnu vórðu løgd fyri hatur. So langt úti var hetta dimmunar stríð, at eitt mál um páhildna blóðskemd, har ein ung genta segðist at hava meldað pápan fyri blóðskemd. Men, tað sum Dimma legði mestan dentin á var, at Jenis av Rana segðist at hava ein hjáleiklut – sum Dimma gjørdi til høvuðsleiklut – við tí páhaldi, at hann hevði misrøkt sítt starv sum kommunulækni. Dimma segði, at teir høvdu fingið innlit í skjøl, sum prógvaðu páhaldið.

Eitt mál, sum einki mál var, og tó fall dómur

Men hvar fór málið? Og hvat hevði hetta mál yvirhøvur at gera í Dimmu? Og hví hevði tað einki uppá seg, at Jenis av Rana ongantíð hevði fingið at vita, at hann var meldaður?

Sjálvt inni á Kjak.fo, har Jenis av Rana annars fær av at vita, fóru tey mest kritisku eisini at ivast í, hvørt Dimma yvirhøvur hevði nakað skjal ella, at alt bara var heilaspuni við einum evarska lítlum sambandi við veruleikan. Men sjálvani: Søgan hóskaði seg væl í kontekstinum! Og konteksturin var at vísa á, hvussu vandamiklir summir kristnir leiðarir eru, hvussu hyklariskir og falskir teir eru. Vupti, so varð bundin ein sloyfa á kjakið um §266b og málið um gentuna, sum hevði meldað pápan og Jenis, hetta uttan at Dimma yvirhøvur helt tað vera neyðugt at koma við nøkrum prógvum fyri, at nakað var í søguni. Men Dimma hevði dømt Jenis av Rana sekan!

Sjálvandi kann eg ikki avvísa, at okkurt er um søguna. Men Dimma veit nakað, sum ikki øll fólk vita: Øll, eisini Jenis av Rana, eru at rokna sum ósek til tað mótsætta er prógvað.

Vóru fordómar orsøk til passivitet hjá løgregluni?

Hinvegin var eitt annað mál har løgreglan hevði tey seku á silvurfati, men ístaðin fyri at tulka §266b etiskt, so valdi løgreglan at tulka greinina við tekniskari óvild. Var tað tí, at Rasmus Rasmussen var samkyndur?

Tað undrar meg at allir løgtingslimirnir valdu at tulka úttalilsi hjá løgguni sum ein reint tekniskan trupulleika við §266b. Hví er tað eingin sum hevur hugsað tann tankan, at kanska vísti løggan óvild av teirr einfaldu orsøk, at Rasmus var samkyndur?

Tað er eingin loyna, at danska løgreglan – tvs. tann føroyska, er rættiliga fongd av rasismutrupulleikum og trupulleikum av løgreglumonnum, sum hava sterkar fordómar móti m.a. samkyndum.

Eg havi á ungum árum upplivað hvussu slíkir fordómar hjá løgreglumonnum tí eg hevði langt hár, gekk ílatin sum ein “hasjari” og frá eg var 20 til eg var 27 ár, varð eg útsettur fyri sjikanu tí fordómarnir hjá løgregluni (og ávísum tollarum) søgdu, at Jón Ellendersen roynir at smugla hasj. Oyðiløgd klæði, niðurgerð frammanfyri stórari fjøld av fólki, forfylgdur av einum kriminal-løggumanni umborð á “Heklu” frá teirri stund, vit loystu í Keypmannahavn til vit løgdu at í Havn. Men ongantíð øll tey 7-8 árini funnu teir so mikið sum eitt milligramm av nøkrum.

Sjálvandi var eg ikki so býttur, at eg smuglaði tá eg visti hvussu teir hugsaðu.

Sjálvandi eri eg heldur ikki so býttur at eg haldi, at teir hugsa øðrvísi í dag, tí tað havi eg tíanverri fleiri dømi um frá øðrum, sum hava fingið stemplið “brotsmaður”, eisini fleiri, fleiri ár aftaná, at viðkomandi er hildin uppat at fremja “kriminelle handlinger”.

Fordómarnir hjá løgregluni eru eitt sindur twisted, tí lesbisk konufólk verða góðtikin, men samkynd mannfólk verða undir ongum umstøðum góðtikin!

--- --- ---

Jú, eg óttist anti-átrúnaðarliga hatrið, sum leggur sínar svørtu veingir yvir tað kontinentið, sum fyri fáum árum síðani segði: Never Again! Ongantíð aftur skuldi rasisman, anti-átrúnaðarligt hatur og fanatiskir fordómar leggja evropeiska fólkið í leinkjur. Ever Again!

SØGAN UM EINA TOLSEMIS-HETJU

Fyrstu ferð eg gjørdist varugur við, at eitt var til, sum vit vanliga rópa “hitt almenna rúmið” ella, sum pedagogikkurin eisini tekur til, “hin almenna arenain” var, tá eg úr vindeyganum á Kondittarínum sá Andrass í Norðadali dirigera ferðsluni á Káta Horninum á sínum heimagjørda enska, við álvarsligum veipingum og knøppum rørslum.

Næstu ferð var, tá eg, eisini á kondittarínum, knappliga sá einsera uppøstan mann standa við borðið og við óðari rødd gera mær greitt: “Eg forbjóði tær at hyggja at mær!” Síðani kúvendi hann og hvarv. Seinastu mánaðirnar er hann risin úr grøvini, men nú roynir hann at nokta mær at trúgva, at nýta orð úr trúarmanuali mínum í almenna rúminum. Ja, hann fer so langt sum at vilja, at orð úr manualinum skulu bannast.

Hendingar eg nevndi omanfyri vóru báðar læruríkar. Hin fyrra er um, at hóast søgan er undirhaldandi, so hevði Havnin verið ein stórur ruðuleiki, fóru vit øll at dirigera ferðsluni eftir okkara egna vilja ella huga, fyri ikki at siga hjarta.

Hin seinna lærdi meg, at summi seta ómetaliga stór krøv til mín til tess at tað skal verða mær loyvt at ferðast í almenna rúminum, og tað var einki nýtt í tí. Við hárinum niður á lendarnar, afganarapelsi, berføttur og annars rættiliga lítið upptikin av, hvat onnur kravdu ella vantaðu sær av mínum atburði og klæðnastíli, var eg veruliga ein bjálki í eygunum hjá mongum havnamanni og bygdamanni. Men ikki so ofta hjá kvinnunum, tí tær eru vanliga tolsamari.

Hinvegin, so hevði eg sjálvandi mína meining um hvussu onnur vóru og klæddu seg, men tað blandaði eg meg als ikki uppí, tí eg var 19 ár, treivst væl sum flippari, ikki um at tala, tá eg samstundis hevði ráð at koyra í einum spildurnýggjum BMW. Og tað gjørdi tað heila ikki petti betri.

Vanur við happing

Happing var eg so vanur við frá skúlaárunum, tí eg hevði verið álvarsliga sjúkur og ligið á sjúkrahúsi í eini 4-5 ár longu tá eg var 11 ára gamal. Hóast tað, so fylgdi eg klassavinunum uppeftir, og einaferð leyp eg ein heilan klassa um, uttan tó at enda lægri enn uppi í toppinum. Og tað var nakað, summi als ikki kundu góðtaka, tí álvaratos, vit hava reglar og rætt skal vera rætt og hann skal ikki halda, at hann ... ... Tíbetur var Nunnuskúlin privatskúli, so tær gjørdu sum tær høvdu hug til, mær at frama, øðrum til fortreð.

Nú ætli eg mær ikki at undirhalda við øllum tí keðiliga, sum seinni hendi og hvussu eg noyddist niður á botn, áðrenn veruleikin gekk upp fyri mær, tí tann søgan er fortald nóg ofta seinast í 70unum. Men, ikki minni havi eg eina ætlan við hesum, eina sera aktuella ætlan: ætlan um at seta ljósið á happingina, sum eingin vil vera við, at tey hava luttikið í og tí halda tey fram at happa tá tey gerast vaksin. Bert er happingin tá broytt til hugin ella viljan til vald, kontroll ella totalitera ávirkan.

Eg kundi uttan at blunka fari innar í løgtingið og hála buksurnar niður á fleiri teirra, ið har sita, tvs. avdúka teir sum happarar av versta slagið! Men, eg kundi eisini víst á onkrar, sum hava verið offur fyri happing og sum ongantíð hava fingið hvørki uppreisn, stuðul ella afturvinning av sjálvsvirðingini.

Grov og óndsinnað happing

Grovasta slagið av happing, eg sjálvur havi verið vitni til var einaferð niðri í Trónargøtu, uttanfyri Expressvask. Tríggir dreingir tóku ein annan drong, sum var minni og sum eg visti, var sjúkur. Teir tveir hildu honum meðan hin triðji fór upp á trappuna og pissaði beint niður í høvdið á ofrinum, meðan teir flentu hart og sjónliga høvdu stóra njóting av tí, teir høvdust at.

Eg ivist ikki í, at tá happararnir lesa hetta, minnast teir hendingina sera væl, tí so grova happing fremja hálvvaksin børn hóast alt ikki.

Síðani tann dagin havi eg undrast yvir, hvat tað er fyri ein løgin trá ella megi í menniskjanum, sum fær hana at gera tílíkt móti einum meðmenniskja. Svarið er ikki einfalt, og hevur tað bæði við tað, Hannah Arendt nevnir banalan óndskap at gera, men eisini við hvat veruliga býr í sjálvum menniskjanum og hvat menniskjan veruliga er før fyri í bólkasamanhangi.


Ein hetja í Klubbagarðinum

Ein av teim betri søgunum er úr Klubbagarðinum fyrst í 70unum tá eg varð álopin av einum 4 HB’arum, tí eg hevði spælt einum av teimum eitt minni sámuligt puss. Men teir høvdu ætlanir um at løna tað aftur við rentum og væl afturat, allir uttan tann, sum pussið gekk útyvir. Og tá allarharðast leikaði á, gjørdi hann ikk matari enn at skræða teir allar 4 til viks, hjálpa mær upp og so fóru vit báðir ein biltúr í BMW’inum hjá mær.

Tann ungi maðurin var Finnur Helmsdal, sum eg hevði nápað nakrar øl frá. Men ístaðin fyri revsing, sum hinir hildu vera rætta loysnin, bjóðaði Finnur mær at ballast. Annars minnist eg bara, at vit endaðu heilt norðuri við byrgingina, sum júst var gjørd um Streymin. Og hetta havi eg aldri gloymt Finnur fyri og havi mangan sannað, at tá hann tosar um at hjálpa minni mentum, kemur tað frá hjartanum og er ikki bert politiskt høsnatos.


2. PARTUR

Eingin fær meg at siga, at tað bert eru kristin, ið hava hjarta á røttum stað. Hetta varð so sanniliga staðfest í løgtinginum, 07. november, tí so verða bert tveir litir eftir, sum mála tilverunar margfeldi: svart og grátt.

Nei, tíbetur er tilveran enn full av hendingum, sum framvegis fáa meg at undrast.

Nú havi eg so fingið eitt aftrat at undrast yvir: Tá Annita í løgtinginum í gjár legði uppskotið fram, hoyrdi eg hana ongatíð, ikki einaferð nýta eitt einasta neiligt orð um onnur ella “hini”, tvs. tey, sum ikki taka undir við uppskotinum. Nei, ístaðin var niðurstøða hennara, at hon var sannførd um, at heldur ikki tey, sum atkvøddu ímóti, á nakran hátt ynsktu, at tey samkyndu vórðu happað, heldur tvørturímóti.

Eg eri sannførdur um, at aftanfyri avgerðini hjá Annitu á Fríðriksmørk um at leggja uppskotið um broyting av §266b, liggur eitt heiðurligt hjartað aftanfyri, eisini hóast eg sjálvur haldi, at tað ikki er rættasti vegurin at hjálpa teimum samkyndu.

Upplivilsi við Finnur í Klubbagarðinum fekk meg at undrast yvir nakað annað: hvussu kundi ein menniskja handla so ósjálvsøkið? Hetta upp móti upplivingini í Tróndargøtu, hava givið mær nógv amboð og ført meg inn á vegir, eg fyri 30 árum síðani aldri hevði droymt um. Í dag eri eg tó glaður fyri, at eg ikki droymdi ov nógv, tí mangt er vorðið øðrvísi.

Løgtingsmenn happa eisini

Lat meg líka viðmerkja, at sjálvandi havi eg lært og upplivað meiri og annað enn tað, sum hendi í Tróndargøtu og í Klubbagarðinum, og sjálvandi havi eg hoyrt onnur í løgtinginum sagt orð, sum eg goymi sum perlur í einum gullskríni, uttan mun til um tey eru kristin, ateistar, ideologiskt ditt ella datt o.sfr. Men, eg havi sanniliga eisini hoyrt nógv ósannindi og óhugnalig orð av tingsins røðarapalli. Eitt dømi er tá ein javnaðarmaður, ein Jokari fór upp og skuldsetti Jenis av Rana – móti betri vitan – fyri at hava sagt, at tey, sum atkvøddu fyri, fóru til Helvittis, og stóð hetta fullkomiliga í ansøgn til hugburðin hjá td. Annitu. Men, ungdómurin ger nógv býtt og bráðræsi, eisini Jokarin og eg ímyndi mær, at hann hevur ein ógvuliga ringan smakk í munninum av at fólk minnast hann sum hin, sum nýtti happing sum vápn í sínum – helst vælmeinta – bardaga móti júst happing.

Sama vápn nýtti hann einaferð móti Tobba, tá hann fyri opnum sjónvarpsskíggja bilti Føroya fólki inn, at Tobbi var lopin upp á borðið, til reiðar at leypa á hann (Jokarin), hetta hóast hann visti, at hann segði ósætt. Góði Jokari, stutt verður tín politiska karriera, kunnu hini tingfólkini ikki líta á, at tú eisini vilt teimum væl, sum eru tíni mótstøðufólk. Annars er lítið í orðunum um “at vera móti happing av øðrum”, sum td. samkyndum. At vera Jokari er ikki tað sama sum at vera Judas. Eyðmýkt (og tað skal koma frá mær) hevur 1.000 ferðir longri livitíð í politikki enn hatta showið.

Finnur ikki æviga friðaður

Upplivingin í Klubbagarðinum er tó eingin ævigur sáttmáli um, at eg so eri samdur við Finni um alt, minni enn so. Tað, Finnur segði í ÚF í gjár, áðrenn tingfundurin var liðugur, haldi eg vera nakað við síðuna av veruleikanum. Finnur nýtti orðið deyðasynd um tað, at børn úr kristnum heimi spældu fótbólt, tá vit vóru ungir, og síðani nýtti hann orðið deyðasynd fleiri ferðir.

Men eg skal líka minn á, at orðið deyðasynd ikki er eitt føroyskt, kristi hugtak, og neyvan hevur tað verið nýtt av øðrum enn katolikkum og so fólki, sum hava vilja lagt eyka dent á eina søgu ella á eina glepsu. Deyðasynd er og var eitt katólskt hugtak, sum yvirhøvur ikki hevur verið nýtt í lutherskum høpi. Onkur svipsari kanska, men ikki meiri.

Totaliterir samkomuleiðarar ???

Síðani tosaði Finnur um “hesar nýggju samkomuleiðararnar” sum krevja, at øll samkoman ella allur bólkurin, hevur somu meining um ávís evni, og her meinti hann helst við tey samkyndu. Aftur her má onkur misskiljing hava sníkt seg inn, tí eg kenni onga av teimum vanligu samkomunum, har leiðararnir krevja – tíansheldur royna at trumfa ígjøgnum, at øll hava eina og somu meining, heldur ikki har, sum Jenis gongur á møti, tí har eru tað onnur, ið ráða fyri borgum.

Kanska er onkur av teimum smærru, heldur minni hóvsomu bólkunum, sum hava ein slíkan samkomupolitikk, men hvørki í Ebenezer, Oasuni, Heimamissiónini, Hvítusunnusamkomunum, Samkoman í skúlanum í Hoyvík, í Lívdini (sum ikki er ein samkoma) ella Soli deo Gloria eru slíkar fariseariskar lógir galdandi, og tað hevði eisini verið rættiliga óvanligt, tí Jesus sjálvur krevur ongastaðni, at øll skulu hugsa og meina tað sama.

Finnur, tú mást tosa við ritstjóran

Hinvegin segði Finnur nakað, sum órógvaði meg! Tá útvarpsmaðurin áhaldandi spurdi, um tað fór at verða bannað at nýta orðini í 3. Mósebók 20:13 “Liggur maður hjá øðrum manni, sum ligið verður hjá kvinnu, so hava teir báðir gjørt viðurstyggiliga gerð; teir skulu lata lív ....” svaraði Finnur drálandi: “JA!” og helt hann, at tey kristnu máttu velja sær onnur orð, ið ikki vóru so niðrandi.

Men her fer Finnur eftir skeivum manni! Skulu orðini broytast, so er tað Gud, tosast skal við, tí hetta eru orðingar, Móses fekk boð frá Gudi um at at niðurfella. Tað vil siga, at einki menniskja kann revsast ella lastast fyri at sitera orðini eins og tú heldur ikki kann revsast fyri at sitera Mein Kampf. Orðini skulu vera tíni egnu, annars er einki høpi í og hugsunar-, talu- og skrivifrælsið verður traðkað undir fótum.

Hinvegin, so er Jesus Kristus fullkomnari lógarinnar og hevur vald – og givið okkum vald – at fyrigeva synd, ikki at revsa synd við at steina tey ella okkurt annað. So í veruleikanum er ongin orsøk hjá okkum at nýta hesi orð, sum hoyra til hin Gamla Sáttmálan meðan vit, sum í dag liva, eru partar av Nýggja Sáttmálanum, sum hevur Náði og Fyrigeving sum “høvuðsrevsing”. Hvussu Gud dømir, um vit hinvegin bróta lóg hansara, er hansara søk, ikki okkara.

So Finnur, tú verður noyddur at skriva eitt bræv til Guds og kjakast við hann um hatta.

Dimma spælir lagið hjá Fogh

Dimma fer í blaðnum í dag undir framhaldið av skránni, teir helst hava tikið upp eftir gurunum hjá sambandsflokkinum í DK, Anders Fogh-Rasmussen um, at tað andaliga, ella “religiøsa” ikki skal fylla so nógv í almenna rúminum. Orðingin hjá Dimmu er henda: “Í dag hevur tað eydnast átrúnaðarligu politisku kreftunum við Miðflokkinum á odda, at seta dagsskránna í øllum politiskum spurningum, ið hava ein etiskt/moralskan vinkul. Tá er tað Bíblian, ið avgerð hvat er rætt og hvat er skeivt at seta í føroyska lóg. Tey, ið ikki eru samd við Miðflokkin fáa at vita, at tey stríðast ímóti Guðs orði, eitt tungt argument í føroyskari mentan. . . . Tí bendir alt á, at politisku Føroyar – áðrenn farið verur víðari í málum, sum hesum – verða noyddar at taka eina uppgerð við kristindómin og Bíbliuna. Um ikki annað fyri at staðfesta hvussu bókstavliga Bíbliunnar orð skulu takast í okkara lógarsmíði”.

3. PARTUR

Hóast Dimma í mongum føri er eitt frálíkt blað, so haldi eg, at Dimma fylgir ov illa við í tí, sum hendir rundanum okkum, í hinum ósjónliga heiminum har etikkur, filosofi, hin skapandi hugsanin og tað konstruktiva búleikast.

Ja, illa fylgir gamla Dimma við í etisk-filosofiska kjakinum uttanlanda (tað er jú útlandið, vit javnan fáa at vita, at vit skulu fylgja) har filosoffar, antropologar v.fl. siga, at tað er sunt fyri Evropu, at átrúnaðurin er farin at fylla meiri og meiri í almenna rúminum, tí kristintrúgvin er hvussu víkir og vendir grundarlagið undir demokratinum, sosialu vælferðini, sjúkrarøktini v.m. og ikki, sum Andreas Petersen ger krav uppá, Javnaðarflokkurin. Ella, kanska vit kunnu snúgva tí eitt sindur og siga, at tað eru tey kristnu í Javnaðarflokkunum, sum hava drigið flokkin við inn í upplýsingina og menningina á økinum.

Hinvegin, so er tað eitt páhald, at tey kristnu ynskja sær at føroyskar lógir skulu smíðast eftir Gamla Testamenti. Tann tíðin er farin! Hon hvarv tá Jesus kom. Men Dimma gloymir, at tað er eitt fleirtal í tinginum, sum játtar seg sum persónliga kristnan og ikki bert kultur-kristnan, sum onnur vilja vera við, at tey í sín part eru. Tað er ikki orðingin hjá Jenis ella nøkrum øðrum sum er avgerandi, men tað, at so nógvir tingmenn hava kristnu trúnna sum útgangsstøði eins og bæði tey kultur-kristnu og tey ikki-religiøsu hava sína trúgv ella hugmyndafrøði. Tað sama hevur oddagreinskrivarin í Dimmu.

Tað er ein heiðurlig søk at avnota Gud

Hví ikki siga sum er, at tað er andstygdin ella mótviljin móti Bíbliuni, Jesusi Kristi og læru hansara, sum er orsøkin. Eg meini so við, vit hava jú trúarfrælsi, so tað er eins lógligt at avnokta Gud sum at játta hann, báðir partar eru fyri lógini eins. Summi hava einki ímóti, at ein hægri autoritetur, í hesum føri Gud, vegleiðir teimum í, hvussu tey skulu liva, vera móti øðrum o.sfr. meðan onnur ikki vilja hava annan autoritet enn seg sjálvan, tvs. tey eru trúgvandi humanistar, tí tey seta evni homo sapiens hægri enn Gud. So einfalt er tað, og tað er eingin orsøk at fjala seg aftanfyri okkurt annað.

Eg sigi fyri meg: Eg havi størri virðing fyri einum heiðurligum ateisti enn einum ullintum kultur-kristnum, tí hesin seinni tykir mær antin feikur ella illoyalur.

Logikkurin hjá Finni er sveimandi

Journalisturin fortaldi finni, at ein løgfrøðingur hjá landsfelagnum hjá samkyndum í DK hevði sagt, at §266b yvirhøvur onki hevði gagnað teimum samkyndu í DK, tí dómstólarnir treyðugt vildu nýta greinina. So í veruleikanum var einki komið burturúr.

Finnur var ósamdur við løgfrøðingin hjá teimum samkyndu. Eg meini, hvar er logikkurin??? Tá greinin skal eitast at betra umstøðurnar hjá teimum samkyndu, men ein løgfrøðingur hjá teimum sigur, at greinin onki gagnar, TÁ havi eg hug at geva teimum rætt sum siga, at her býr okkurt annað undir enn umsorgan fyri teimum samkyndu.

Er tað eitt bíligt slag af stemmufiskiskapi??

Er tað ein bíligur møguleiki at vinna ávísum persónum neisir við at fáa bæði føroyingar og umheimin at “síggja hvussu ótolsamir, anti-demokratiskir og Gud viti hvat”, hesir persónar eru?


Heimagjørda Evropasøgan hjá Andreas P.

Ella er tað bert ein bíligur møguleiki at fylgja í fótasporum Anders Fogh-Rasmussens, so ávísir bólkar av kristnum, sum verða skýrd alt frá fundamentalistum til Talebanar, við eini sera ódámligari samanbering við hópdrápsmenn. Ja, sjálvasti Hitler og propagandaráðharri hansara, Goebbels, hava eisini verið nýttir sum penslar at mála Jenis, Bill og aðrar við so eingin skuldi vera í iva um, at hesir menn eru óndir, vandamiklir og hava eittans mál: At undirleggja Føroyar Gamal Testamentligar lógir, har alt frælsi er skert, samkynd verða fongslað og annað ódámligt svans. Andreas Petersen gjørdi nógv burturúr, tá hann “told-a-story” um Týskland í 30unum, sum bæði var ófullkomin og í førum beinleiðis skeiv.

Øll, Andreas Petersen, øll menniskju í Evropu høvdu tá longu í fleiri enn 50 ár hoyrt søguna um, hvussu vandamiklir jødarnir vóru, at teir høvdu ábyrgdina av depressiónini, at teir høvdu samansvorið seg um at taka allan heimin av ræði og seta Gamla Testamentligar lógir inn í staðin fyri demokratiið. Júst sami retorikkur, sum í dag, í Føroyum verður nýttur um ein ávísan bólk av kristnum!

Hitler var demokratiskt valdur, gloym ikki tað

Nei Andreas Petersen, einki hendi tað knappliga, at støðan broyttist. Fólkið var væl og virðiliga preparerað og týska fólki gav Hitler valdið, ja, Hitler varð demokratiskt valdur eins og ávísir persónar, sum vilja leggja tey kristnu í Føroyum undir at vera talebanar, fundamentalistar, at nýta goebbelskan retorikk o.sfr. o.sfr. – teir eru eisini demokratiskt valdir. Men trupulleikin er vorðin tann, at teir, sum rópa allarharðast um talebanar og fundamentalistar sjálvir ikki virða demokratiið.

Finnur segði, at ávís orð í Bíbliuni skuldu bannast í Føroyum! Høgn Hoydal segði, at enn var eingin totaliter partídisciplin í flokkunum – ikki enn, legði hann dent á.


Bíblian ER liðugt skrivað!

Men, tá Finnur Helmsdal, oddagreinskrivarin í Dimmu ella onnur vilja sleppa at blanda seg uppí hvussu tey kristnu tulka og skilja Bíbliuna, tá loypir ketan veruliga av. Tað er sum at lata sambandsmenn sleppa framat at siga tjóðveldismonnum hvussu teir skulu tulka og skilja stevniskránna hjá flokkinum og vice versa. Nú eri eg ikki mótstøðumaður av Bíbliukritikki sum so, men tá fólk við ateistiskari trúgv vilja sleppa at læra kristin, hvussu Bíblian skal tulkast og skiljast, tá haltar tað veruliga við góðtakiligum argumentum. Júst tá renna orðini “sum fjandin tulkar Bíbliuna” fram fyri meg.

Er tað ikki hinvegin komið til tað tíð, har Dimma og onnur skilja, at tú ikki kanst lóggeva ella seta reglur fyri, hvørt tingfólk nýta orð sum Gud, Himmal ella Frelsu o.sfr., tí tá ert tú farin at pilka við tað mest grundleggjandi í samfelagnum: trúðar-, hugsunar-, skrivi- og talufrælsið. Sjálvt Mannarættindadómstólurin í Haag hevur staðfest, at tað er eitt álop á hetta frælsi, tá prestar, prædikumenn ella onnur kristin verða drigin í rættin fyri at sitera Bíbliuna.


Frælsið verjur EISINI Dimmu

Tað er júst hetta frælsi sum ger, at Dimma sjálv ikki langt síðani er drigin í rættin fyri at loyva útspillandi tilfari og at eggja til útspilling ella avmarking av frælsinum hjá teimum kristnu. So, hetta er eitt dýrkeypt frælsi, eisini hjá oddagreinskrivaranum.

Men, tá tað er sagt, so skal eisini sigast, at eisini Dimma noyðist at meta um, hvørt intellektuella støðið hjá einum persóni er viðvirkandi til, at viðkomandi kanska málber seg klossut, óhóskandi ella fordømandi. Øll orð sum særa, eru ikki ætlaði at særa.

½ sannleikar og 1/4 lygnir

Seinasta skotið á trøllatrænum eru hesi orðini í Sosialinum: “Ein av ræðumyndunum, ið hevur verið brúktur ímóti at broyta mannamunsgreinina til at umfata kynsligan samleika, er at í Svøríkið verður greinin brúkt til at bannað Guðs orð, hetta er bara ikki veruleikin”.

Her má onkur vælvilja misskiljing vera farin fram, tí mær vitandi hevur hetta ikki verið ført fram. Tað, sum ført hevur verið fram er, at ein prestur hevur verið ákærdur fyri at nýta sítt trúarfrælsi til m.a. at sitera Bíbliuna. Men hægstirættur slepti málinum tí teir vórðu ávaraðir um, at Mannarættindardómstólurin fór at undirkenna dómin, um Hægstirættur dømdi mannin sekan. Men mær vitandi stendur okkurt um júst henda prestin í Sosialinum í dag, 08. november.

Her heimi heldur jabbi og jagstranin á við einum fullkomiliga forskrúvaðum retorikki um prestastýri, talebanar og Gud viti hvat, alt til tess at sláa fast í føroysku fólkasálina – ella kanska var tað innara svínið – at tey kristnu eru skaðilig, anti-demokratisk, vilja taka frælsið frá tær og noyða teg undir eitt prestastýri a la Khomeini.

---- --- ---

Uttan at siga meiri, tí tað er ógjørligt at teppa sjálvvaldar moralistar tori eg tó at siga, at intellektuella støði er bottom-down-low! Men tað var støði í Der Stürmer eisini. Munurin er bert, at tá vóru tað jødarnir sum vóru heimsin illmenni. Í dagsins útgávum av Der Stürmer eru tað tey kristnu. Tað syrgiligasta er tó, at menn, sum eg havi havt ómetaliga stórt virði fyri, eru hoppaðir við á Stürmer tokið.