08 nóvember 2006

VÆLKOMIN Á BLOGGIN hjá N. Jón Ellendersen

Ístaðin fyri at nýta Dimmu ella Sosialin, har nógv av tí eg haldi meg hava at siga, kanska ikki verður lisið, tí fólk ikki hava tíð at lesa øll lesarabrøvini, havi eg gjørt av at royna at gerast ein bloggari, eins og milliónir av øðrum um allan heim.

Tað hevur víst seg, at bloggar veruliga verða lisnir, so hví ikki.

Tó er ætlan mín, at bloggurin ikki bara verður ein miðil, har eg útgevi tað, eg annars hevði sett í Dimmu ella Sosialin, men at hann eisini gerst eitt interaktivt amboð, har vitjandi hava møguleika, beinleiðis at gera viðmerkingar til tað, eg skrivi.

Bloggstílurin ger eisini, at tað er lættari at kommunikera við vitjandi, og loyvir hann eisini, at tað ikki er td. málrøkt, røtt formulering ella tílíkt, sum vigar mest.

Men nóg mikið um tað: Vælkomin á bloggin hjá mær og vælkomin at gera viðmerkingar til alt. Tú ert eisini vælkomin at koma við hugskotum, lufta tínar tankar ella kenslur. HER er alt loyvt, eisini at vera rasandi ósamd/ur við meg. OG TÓ: Beinleiðis happing ella útspilling verður strikað.

1 ummæli:

Nafnlaus sagði...

Hey Jón
Áhugavert at fylgja við, hvat fer at henda her.
Ansa eftir, at tað ikki verður eitt nýtt Irak!!