10 nóvember 2006

VIT TILNEVNA TEG "TERRORIST"

Tú ert kristin, vit siga: tú hatar samkynd, tí tilnevna vit teg Terrorist.

Líka leggja vit í um tú ert sekur ella ósekur: Vit tilnevna teg Terrorist.

“Eg óttist hatur teirra. Eg óttist tað, tí tað fer at floyma yvir!”

Soleiðis segði hin dripni, russiski journalisturin, Anna Politkovskaja og seinastu dagarnar havi eg gjørt hennara orð til míni.

Eg óttist eisini eitt hatur. Eg óttist tað hatrið, sum floymir yvir lítla land okkara, eitt hatur, sum er reist móti øllum kristnum í landinum og øllum, sum ikki halda tað sama sum ein sjálvstilnevndur bólkur av meinings- og trúardiktatorum halda; eitt hatur, sum fjalir seg aftanfyri at vilja teimum samkyndu væl. Tí havi eg fyrst tríggjar spurningar:

1. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum við eitt brátt ótálmandi hatur móti eini gamlari konu á Skála, sum sunnukvøld situr í missiónshúsinum og lýður á orðini av prædikustólinum?

2. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum við hatur móti einum ungum dreingi, sum er á veg inn í Ebenezer, eitt vanligt vikukvøld, tí tað er har hann fær føði fyri sálina?

3. Hvat hevur umsorgan fyri samkyndum at gera við at verja – ella káva útyvir – hálvar og heilar ákærur um terrorhungrandi kristin, kristin við nazistiskum tendensum og nú, illgitan um, at Jenis av Rana helst hevur framt blóðskemd út frá loysnarorðinum: tjóvur heldur øll stjala.

Eg eri sera samdur við Torbyrni Jacobsen um, at málið minnir óhugnaliga nógv um atkvøðufiskarí, men eg haldi Torbjørn átti at hugt nærri at uppskotsstillarunum, heldur enn bara at skjóta Jenisi í skógvarnar at reka hetta slagið av fiskiskapi. Í ÚF fekk Finnur Helmsdal at vita, at §266b ongan praktiskan týdning hevði havt fyri samkynd í DK. Orðini átti løgfrøðingur hjá Landsforeningen for Bøsser og Lesbiske.

Men Finnur Helmsdal helt, at tað løgfrøðingurin segði, ikki var rætt. Heldur vildi hann hava greinina broytta, tí so varð tað bannað at siga ávís orð, sum standa í Bíbliuni. Altso: Finnur Helmsdal ætlar sær at brúka eitt ískoyti í §266b, sum ongan praktiskan týdning fekk fyri tey samkyndu, at skerja trúarfrælsi hjá teim kristnu í Føroyum.

Fjalda dagsskráin við §266b

Jú, eg óttist tað hatri, sum fær ávísar persónar at gera hvat sum helst til tess at skerja trúarfrælsið í Føroyum, eisini at misbrúka tey samkyndu við eini grein, sum ongantíð fer at verða teimum nakar sum helst bati. Og hví so tað?

Jú, segði løgfrøðingurin, løgreglan og dómsvaldið aftrar seg við at nýta §266b og tískil hevur einki rættarmál verið, har greinin hevur verið nýtt, hetta síðani hon fyri einum hálvum mansaldri síðani sá dagsins ljós í Danmørk. Men Finnur Helmsdal visti betri enn løgfrøðingurin hjá LBL.

Eg óttist tað hatrið, sum Maud Wang Hansen, Karin Egholm og 200 eggja til!

Eg óttist tað hatrið, sum nýtir sama retorikk, sum eyðkendi Evropu millum 1860 og 1945 og sum endaði við einum óhugnaligum hópdrápi, har jødar, brekað, vinstrahall, samkynd, Jehova vitni og onnur, sum vóru ein hóttan móti teirri Reinu Germansku Rasuni.

Hin demokratiskt valdi Hitler

Eg óttist tað hatrið, sum fleiri enn 90% av týska fólkinum, stórir partar av ungarska fólkinum, av danska fólkinum og eisini fleiri føroyingar tóku undir við. Tað vóru hesi 90 týsku prosentini sum gjørdu, at Hitler varð valdur sum týskur Ríkiskanslari. Ja, Hitler varð demokratiskt valdur og tað var demokratiið sum helt honum við valdið frá fyrst í 30unum til mitt í 40unum. Týska fólkið stuðlaði Hitler allan vegin. Alt annað er umberingar.

Í dag eitur jødin ikki ein jødi, men ein kristin.

Eg óttist tað hatrið, sum tey samkyndu sjálvi stuðla hóast tey áttu at vita betri, lærd av ræðuleikunum frá týsku kz-legunum. Men kanska eru tey smittað av tí hatri, tey samkyndu í Los Angeles hava móti øllum kristnum, móti hinkyndum og vanliga fólkinum. Eg øtaðist við tá eg sá, hvussu fanatisk tey eru og hvussu altrá mong teirra eru eftir at syrgja fyri, at børn teirra eisini gerast samkynd.

Samkynd stuðla týning av Ísrael

Hvar er so demokratiið, tey samkyndu rópa uppá? Og hvar var demokratiið teir dagarnar, tá alt Keypmannahavn var útmeiggjað við plakatum við tekstinum: Bøsser og Lesbiske for udryddelsen af Israel?

Jú, eg óttist hetta hatrið, sum modernisman hevur framelska.

Ikki tí, modernisman sum so er ikki ónd, men uttan hana høvdu vit ikki havt kz-legurnar, uttan hana høvdu Stalin og Mao ikki megnað at kúgað hundraðtals milliónir av kinverjum og russarum. Uttan modernismuna hevði einki apartheid verið møguligt, tí við modernismunar tøkniligu frambrotum, fekk óndskapurin tey skræddaraseymaðu amboðini at halda eygað við einum heilum fólki, at røkka einum heilum fólki og at heilavaska eitt heilt fólk. (grundgevingin kemur seinni)

Páhalds diktatorarnir

Modernisman hevur eisini gjørt dagsins menniskju til eitt slag av “páhalds-diktatorum”. Ístaðin fyri at gera sær ómak, at eftirkanna, at lesa søguna, kanna søguna, heimspekina og stóru rithøvundarnar, so fer dagsins menniskja inn á Google, skrivar leitiorðið “fundamentalisme” ella “homosexuelle”, skimmar funnu skjølini ígjøgnum og markerar tað, ið stuðlar hennara hugsan – ella vantandi slíka – skiftir til Word og vupti: modernaða menniskjan er vorðin serfrøðingur uppá 5 minuttir.

Eg sat fyri stuttum, í fleiri tímar og hugdi at eini videouppseting, sum Museum of Tolerance hevði gjørt um “Terror and the Internet” og hóast tað ikki er lætt at skelka meg, so varð eg skelkaður inn á sálina. Beint áðrenn hevði eg hugt at dokumentarinum “Ever Again”, sum MOT eisini hevur havt ein fingur við í, við Kevin Costner sum speakara, hesum ræðandi dokumentari um vaksandi jødahatrið í Evropu, har Norra liggur klárt á odda sum hin mest jødahatandi tjóðin í Vesturheiminum – ein sera ivasamur heiður.

Ongantíð síðani Erhard Jacobsen, táverandi borgarstjóri í Gladsaxe hava vit havt nakran lógligan illgruna um, at fjølmiðlarnir verða brúktir sum propagandu-amboð og so fullkomiliga leggja seg eftir at lýsa tað einu síðuna av einum máli.

Fjølmiðlarnir sum propagandaskøkjur

Í dag er hesin illgruni lógligur í Føroyum, men havi eg valt at lata tað fara framvið. Men, alt hevur eitt mark, eisini misbrúkið av Kringvarpi Føroya, so tá eisini Mentunartíðindini hjá sjónvarpinum vórðu neyðtikin av Eir í Ólavstovu til at boða tann ódómliga hatursboðskapin móti teimum kristnu, aftur fjalt aftanfyri páhaldi um, at tey vildu hjálpa teim samkyndu, tá helt eg, at markið var nátt – væl og virðiliga.

Tað sum hinvegin undrar meg – tí hatta við Kringvarpinum undrar meg ikki – er, at Dimma so einsíðað fór inn í “stríðið um §266b”, har aftur tey kristnu vórðu løgd fyri hatur. So langt úti var hetta dimmunar stríð, at eitt mál um páhildna blóðskemd, har ein ung genta segðist at hava meldað pápan fyri blóðskemd. Men, tað sum Dimma legði mestan dentin á var, at Jenis av Rana segðist at hava ein hjáleiklut – sum Dimma gjørdi til høvuðsleiklut – við tí páhaldi, at hann hevði misrøkt sítt starv sum kommunulækni. Dimma segði, at teir høvdu fingið innlit í skjøl, sum prógvaðu páhaldið.

Eitt mál, sum einki mál var, og tó fall dómur

Men hvar fór málið? Og hvat hevði hetta mál yvirhøvur at gera í Dimmu? Og hví hevði tað einki uppá seg, at Jenis av Rana ongantíð hevði fingið at vita, at hann var meldaður?

Sjálvt inni á Kjak.fo, har Jenis av Rana annars fær av at vita, fóru tey mest kritisku eisini at ivast í, hvørt Dimma yvirhøvur hevði nakað skjal ella, at alt bara var heilaspuni við einum evarska lítlum sambandi við veruleikan. Men sjálvani: Søgan hóskaði seg væl í kontekstinum! Og konteksturin var at vísa á, hvussu vandamiklir summir kristnir leiðarir eru, hvussu hyklariskir og falskir teir eru. Vupti, so varð bundin ein sloyfa á kjakið um §266b og málið um gentuna, sum hevði meldað pápan og Jenis, hetta uttan at Dimma yvirhøvur helt tað vera neyðugt at koma við nøkrum prógvum fyri, at nakað var í søguni. Men Dimma hevði dømt Jenis av Rana sekan!

Sjálvandi kann eg ikki avvísa, at okkurt er um søguna. Men Dimma veit nakað, sum ikki øll fólk vita: Øll, eisini Jenis av Rana, eru at rokna sum ósek til tað mótsætta er prógvað.

Vóru fordómar orsøk til passivitet hjá løgregluni?

Hinvegin var eitt annað mál har løgreglan hevði tey seku á silvurfati, men ístaðin fyri at tulka §266b etiskt, so valdi løgreglan at tulka greinina við tekniskari óvild. Var tað tí, at Rasmus Rasmussen var samkyndur?

Tað undrar meg at allir løgtingslimirnir valdu at tulka úttalilsi hjá løgguni sum ein reint tekniskan trupulleika við §266b. Hví er tað eingin sum hevur hugsað tann tankan, at kanska vísti løggan óvild av teirr einfaldu orsøk, at Rasmus var samkyndur?

Tað er eingin loyna, at danska løgreglan – tvs. tann føroyska, er rættiliga fongd av rasismutrupulleikum og trupulleikum av løgreglumonnum, sum hava sterkar fordómar móti m.a. samkyndum.

Eg havi á ungum árum upplivað hvussu slíkir fordómar hjá løgreglumonnum tí eg hevði langt hár, gekk ílatin sum ein “hasjari” og frá eg var 20 til eg var 27 ár, varð eg útsettur fyri sjikanu tí fordómarnir hjá løgregluni (og ávísum tollarum) søgdu, at Jón Ellendersen roynir at smugla hasj. Oyðiløgd klæði, niðurgerð frammanfyri stórari fjøld av fólki, forfylgdur av einum kriminal-løggumanni umborð á “Heklu” frá teirri stund, vit loystu í Keypmannahavn til vit løgdu at í Havn. Men ongantíð øll tey 7-8 árini funnu teir so mikið sum eitt milligramm av nøkrum.

Sjálvandi var eg ikki so býttur, at eg smuglaði tá eg visti hvussu teir hugsaðu.

Sjálvandi eri eg heldur ikki so býttur at eg haldi, at teir hugsa øðrvísi í dag, tí tað havi eg tíanverri fleiri dømi um frá øðrum, sum hava fingið stemplið “brotsmaður”, eisini fleiri, fleiri ár aftaná, at viðkomandi er hildin uppat at fremja “kriminelle handlinger”.

Fordómarnir hjá løgregluni eru eitt sindur twisted, tí lesbisk konufólk verða góðtikin, men samkynd mannfólk verða undir ongum umstøðum góðtikin!

--- --- ---

Jú, eg óttist anti-átrúnaðarliga hatrið, sum leggur sínar svørtu veingir yvir tað kontinentið, sum fyri fáum árum síðani segði: Never Again! Ongantíð aftur skuldi rasisman, anti-átrúnaðarligt hatur og fanatiskir fordómar leggja evropeiska fólkið í leinkjur. Ever Again!

Engin ummæli: